Hvíta bókin (The White Book), from 2009, in a Faroese translation.
Translation by Carl Jóhan Jensen.
From the book:
Heimafturkomin fór eg at hugsa um sjálvræðið. Eg nevndi tað í sambandi við Klaksvíkstríðið og hugsi nógv um tað í mun til Ísland. Fyri nøkrum árum síðani var nógv tosað um einar sjálvstøðugar Føroyar. Í umbúna var at føroyingar loystu. Spurningurin var hvussu long skiftistíðin skuldi vera. Føroyingar vildu hava hana fimtan ár longri enn danir vildu ganga við til. Nú kann tað væl vera at skilagrundir vóru fyri hesum fimtan árunum, men eg helt tað vera heldur enn ikki løgið. Er frælsið ikki fimtan ár vert, hvat er tað so vert? Eg hugsaði við mær, hvat høvdu íslendsku frælsishetjurnar í nítjandu øld sagt sum fingu landið sjálvstøðugt, innblástir av romantikki og kollveltingaranda. Men kanska eru føroyingar bara so væl uppvandir at tá teimum stendur í boði at gerast sjálvstøðugir straks, so vilja teir endiliga vera ósjálvstøðugir í fimtan ár afturat.
Men kanska er allur romantikkur, allar sjálvræðishugsjónir og øll kollveltingarhugsan farin i søguna. Nú ræður tann feiti tænarin, ikki tann bardi trælurin. Hetta hugsaði eg um á sumri í 2006. Men hvat gjørdu íslendskir politikarar t.d., tá ið amerikanski herurin umsíðir fekk upp í lag at fara av landinum aftur? Nú var ikki longur neyðugt at reka hann burtur. Hann fór sjálvur av tí at amerikanarar ikki høvdu brúk fyri herstøðini longur. Fíggindin hevði tikið aðrar partar fyri seg. Hóttanin kom nú aðrastaðni frá. Jú, íslendskir myndugleikar bønaðu teir um at vera verðandi, teir fullu til kníggja og krupu fyri hernaðarmyndugleikanum og bóðu hann vælsignaðan ikki at fara frá sær. Davíð Oddsson forsætisráðharri settu okkum á listan yvir villig lond, uttan at spyrja stjórnina, tingið ella fólkið eftir. Best sum var vóru vit farin í kríggj við Irak orsakað av tveimum politikarum. Kemur nøkrum til hugs at meta gerðir teirra móti nítjánda aldar hugsjónum? Einasti farri av hugsjón í teimum var at vera amerikanska heimsveldinum undirbrotligir. Var hetta í sjálvræðisanda? Nei, hetta var eitt tekin um at sjálvræðið ongan týdning hevði. Nú er sjálvræðið sett í skuldarfongsul, fullveldið er burtur og vit niðurbundin av lánveitarum at kalla um aldir og ævir. Sjálvstúrisstríðið sum stóð í fleiri mannaminni og endaði við sigri, hevur eftir øllum at døma runnið sína snældu at enda. Tað er synd at siga at politikararnir flagga høgt við tí og verður tað tikið uppaftur, verður tað ikki saman við politikarunum, men uttan teir.
(82-83)